KÍ kann møta Molde ella Helsinki

KÍ kann møta Molde ella Helsinki
Fremur KÍ enn eitt bragd og vinnur seg víðari í Champions League-kappingini móti svenska meistaraliðnum BK Häcken, so skal KÍ møta vinnaranum av HJK Helsinki og Molde. 
Mynd: UEFA.com  
 
24.07.2023 - 17:24

Lutakastið um hvør skal møta hvørjum í triðja undanumfari í Champions League-kappingini í fótbólti hevur verið í dag.

Fremur KÍ enn eitt bragd og vinnur seg víðari móti svenska meistaraliðnum BK Häcken, so skal KÍ møta vinnaranum av HJK Helsinki og Molde. 

Fyrri dystur av tveimum í øðrum undanumfari í Champions League-kappingini millum KÍ og BK Häcken verður spældur í mikukvøldið við Djúpumýrar í Klaksvík.

Útselt er til dystin, og tað merkir, at tað vera 1219 áskoðarar til dystin. 

Norðlýsið skrivar, at tað tók væl minni enn eitt samdøgur at selja tey 1219 atgongumerkini, og longu eftir einum tíma vóru tey fyrstu 900 seld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860