Einki rognkelsisvirksemi í Svínoy

Einki rognkelsisvirksemi í Svínoy
Alt virksemi er á rognkelsisstøðini í Svínoy er hildið uppat, eftir at øll rognkelsini har doyðu fyrr í ár. Helst kemur ein lívfiskastøð har í staðin.
 
05.08.2023 - 17:30

Einki virksemi er á rognkelsisstøðini í Svínoy í løtuni, tí sum útvarpið skilir, doyðu øll rognkelsini á rognkelsisstøðini fyrr í ár.

Tað hendi eftir einari nátt – helst av sjúku. Síðan tá hevur einki arbeiði verið á støðini.

Einasta viðmerking, sum Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, hevur í tí sambandi, er, at síðstu rognkelsini eru sett út og at arbeitt verður við at rigga støðina út til at gerast lívfiskastøð.

Talan verður um sama slag lívfiskastøð, sum tann í Skopun. – Tað hóskar hon seg væl til, tí hon tekur sjógv inn, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. 

Alt roknkelsi síðani 2019
Tað var í seinnu hálvu í 2019, at Sjúrður Jacobsen byrjaði at ala rognkelsi í Svínoy.

Upprunaliga var tað pápi Sjúrð Jacobsen, Bjarni Jacobsen, sum læt Smoltstøðina í Svínoy byggja, og tá var arbeiðið á støðini í fleiri ár.

Bakkafrost kom inn í felagið fyri nøkrum árum, og hevur síðan tikið yvir virksemið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083