Uttanríkisráðið einki at vita um amerikanskt hernaðarflogfar

Uttanríkisráðið einki at vita um amerikanskt hernaðarflogfar
Flogfarið hevur diplomatiskt loyvi at flúgva, men tað er tó enn neyðugt at boða frá sigur landstýrismaðurin í uttanríkismálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.08.2023 - 14:21


Hvørki Uttanríkisráðið ella Arktisk Kommando fingu nakra fráboðan ella kunning, áðrenn eitt fremmant hernaðarflogfar í gjár fleyg lágt millum oyggjarnar.

Tað váttar Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, fyri Vágaportalinum.

Millum annað var flogfarið at síggja yvir Havnini og inni á Skálafjørðinum, og í gjár sóust hópin av myndum og upptøkum av tí á sosialu miðlunum, so mong løgdu tað til merkis.

Høgni Hoydal sigur, at talan var um eitt amerikanskt hernaðarflogfar, og at tey hava diplomatiskt loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi.

- Men vit hava biðið um, at fráboðan kemur áðrenn, so vit kunnu senda kunning til føroyingar, sigur hann við.

- Tað er ikki hent her - hvørki til Uttanríkisráðið ella til Arktisk Kommando. Og tað eigur ikki at koma fyri, sigur Høgni Hoydal, ið ætlar at geva boð um hetta á røttum stað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558