Klára neyvan at fiska alla felagsmakrelkvotuna

Klára neyvan at fiska alla felagsmakrelkvotuna
Tað er ivasamt, um føroysku uppsjóvarskipini klára at fiska felags makrelkvotuna sum er 55.000 tons. Higartil eru bara fiskað 12.000 tons, upplýsir Vørn
Mynd: Savnsmynd  
 
07.08.2023 - 14:59

Felags makrelkvotan er 55.000 tons, men higartil eru bara 12.000 tons fiskað. 

Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur tí gjørt av at hækka hámarkið, sum hvørt skip kann fiska av felags makrelkvotuni.

Hámarkið verður hækkað úr 4.500 tonsum upp í 6.000 tons.

Broytingin fær gildi beinanvegin.

Men tað er ivasamt, um føroysku uppsjóvarskipini klára at fiska alla felags makrelkvotuna háost broytingina. 

Vertíðin fyri makrelfiskiskapin í føroyskum og altjóða sjógvi fer at halla. 

Í fjør varð fiskað út í september. 

Samlaða makrelkvotan í ár er 187.000 tons. Harafturat hava tey, sum hava eginkvotu møguleika at flyta 10 prosent av ófiskaðu kvotuni frá í fjør. Tilsamans er kvotan sostatt 200.000 tons.

Vørn upplýsir, at higartil eru 99.000 tons av samlaðu makrelkvotuni fiskað. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083