Skráseting Føroya komin fram á ólóglig partaeigaralán

Skráseting Føroya komin fram á ólóglig partaeigaralán
Partaeigaralán er millumrokning millum felagið og leiðslu, eigarar ella onnur, sum standa felagnum nær
 
21.08.2023 - 11:33

Í eftirlitinum hjá Skráseting Føroya í ársfrásagnum hjá partafeløgum kom hon fram á tvey feløg, sum høvdu partaeigaralán. 

Partaeigaralán er millumrokning millum felagið og leiðslu, eigarar ella onnur, sum standa felagnum nær. 

Slík lán eru ólóglig og skulu afturgjaldast við rentum.

Partaeigaralánini eru hjá feløgum, sum eru grannskoðað.

Grannskoðararnir hava í báðum førum havt viðmerkingar um partaeigaralánini.

Afturgjaldsavtalur við rentu
Í báðum førum var afturgjaldsavtala við rentum gjørd. 

Skrásetingin hevur biðið um váttan frá leiðsluni í feløgunum og grannskoðarum felagsins um, at partaeigaralánini eru afturgoldin feløgunum við lógarkravdum rentum.

Partaeigaralán eru ikki í ársfrásagnum, sum ikki eru grannskoðaðir.

Skrásetingin heldur, at ein møguleiki er, at feløg, sum ikki hava grannskoðaðar, ikki upplýsa um hesi lán.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083