GroAqua bygt fóðurflaka til Íslendska felagið Háafell

GroAqua bygt fóðurflaka til Íslendska felagið Háafell
"Hetta er eitt týðandi stig í okkara ætlan at byggja nýggjar fóðurflakar til altjóða marknaðin," sigur Suni Justinussen, stjóri á GroAqua
Tað er felagið hjá GroAqua í Póllandi, sum hevur bygt flakan, og verkætlanar leiðslan hevur ligið í Føroyum
Mynd: GroAqua  
 
21.08.2023 - 12:30

Í vikuskiftinum byrjaði sleipið av nýggja fóðurflakanum Kambsnes, sum føroyska felagið GroAqua hevur bygt til eitt alibrúk hjá Háafell í Ísafirði í norður Íslandi.

Talan er um ein nýggjan serbygdan flaka, ið er gjørdur til hørðu umstøðurnar í Ísafirði.

Arbeiðið hevur gingið sera væl, og flakin varð leveraður tvær vikur áðrenn tíð til Háafell.

Tað er felagið hjá GroAqua í Póllandi, sum hevur bygt flakan, og verkætlanar leiðslan hevur ligið í Føroyum.

Talan var um útboðið arbeiði, har GroAqua vann kappingina móti stórum feløgum uttanlands.

"Hetta er eitt týðandi stig í okkara ætlan at byggja nýggjar fóðurflakar til altjóða marknaðin," sigur Suni Justinussen, stjóri á GroAqua.

"GroAqua hevur nógvar royndir í at byggja fóðurflakar, ser­liga til útsett aliøkir við harðrendum sjógvi og veðurlagi," sigur Gauti Geirsson, stjóri á Háafell, um hví valið fall á føroysku fyritøkuna.

Flakin verður útgjørdur við stórari battarískipan. Talan er um eina hybridloysn við generatorum, ið bert skulu koyra í tveir til fýra tímar um samdøgrið fyri at løða battaríini.

"Hetta effektiviserar munandi um orkuframleiðsluna, samstundis sum tað minkar um bæði oljunýtslu, CO2 útlát og ljóðdálking," skrivar GroAqua í tíðindaskrivi. 

Allar skipanir umborð eru sjálvvirkandi og kunnu fjarstýrast frá landi.

Flakin tekur 480 tons av fóðri og er gjørdur til at tøla tunga aldu 5,5m.

Skrokkurin er dupultur, ið bæði styrkir ímóti ísi og avmarkar kondens á innaru veggunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083