Vænta størri útboð av laksi seinna hálvár

Vænta størri útboð av laksi seinna hálvár
Vøksturin verður tvey til trý prosent, og fyrra hálvár næsta ár verður vøksturin væntandi trý prosent
Bakkafrost selur laks til lond í Evropa, til USA og Fjareystur.
 
22.08.2023 - 09:05

Í seinnu helvt í ár verður altjóða útboðið av alilaksi tvey til trý prosent størri enn í seinna hálvári í fjør.

Í øllum 2023 veksur útboðið væntandi tvey prosent, sama hvørjar goymslubroytingarnar vera. 

Tað sigur Bakkafrost, sum hevur norska Kontali Analyse sum keldu.

Í øðrum ársfjórðingi í ár vaks útboðið bara 0,3 prosent sammett við í fjør.

Við goymslubroytingum vaks útboðið okkurt um 0,9 prosent í ársfjórðinginum.

Fyrra hálvár 2024 veksur útboðið væntandi trý prosent samanborið við fyrra hálvár í ár.

Bakkafrost selur laks til lond í Evropa, til USA og Fjareystur.

Eftir russisku innrásina í Ukraina gavst Bakkafrost við øllum handli við Russland.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083