Håkan í tvey ár afturat

Håkan í tvey ár afturat
Håkan Ericson skal standa á odda fyri landsliðnum í komandi Nations League-kappingin í 2024 og í HM-undankappingini í 2025
Håkan Ericson hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.08.2023 - 10:43

Håkan Ericson verður venjari hjá føroysku landsliðsmonnunum í minst tvey ár afturat. Tað kunngjørdi forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Christian Andreasen, á tíðindafundi fyrrapartin. - Vit hava verið sera væl nøgd við hansara innsats. Spælararnir eru væl nøgdir, og umsitingin er væl nøgd við hansara arbeiði, segði Christian Andreasen, sum legði afturat, at tað er ein samd nevnd, sum hevur tikið avgerðina. Nýggi sáttmálin merkir, at Håkan Ericson standa á odda fyri landsliðnum í Nations League-kappingini, sum byrjar í september í 2024, og í HM-undankappingini í 2025. 63 ára gamli sviin hevur verið venjari hjá Føroyum í fýra ár. Frammanundan hevði hann arbeitt fyri svenska fótbóltssambandið, har hann var við til at tryggja svenska U21-landsliðnum EM-gull í 2015. Fyrsta kappingin undir leiðslu av Håkani Ericson var Nations League, sum Føroyar vann frammanfyri Malta, Lettland og Andorra. Síðan var HM-undankapping á skránni. Føroyar vóru í bólki saman við Moldova, Ísrael, Eysturríki Skotlandi og Danmark, og hóast Føroyar spældi fleiri góðar dystir á heimavølli, eydnaðist bert at fáa fýra stig í dystunum ímóti Moldova. Landsliðið var flutt upp í deild C í Nations League, og í 2022 vóru Litava, Luksemborg og Turkaland mótstøðulið. Ta ferðina eydnaðist at fáa triðja pláss við átta stigum, millum annað við minniligum sigri á Turkalandi á Tórsvølli. Í løtuni er EM-undankapping í gongd, og eitt stig er komið til høldar í javnleiki ímóti Moldova.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672