Grønland fær 10.000 tons av makreli í íslendskum sjógvi

Grønland fær 10.000 tons av makreli í íslendskum sjógvi
Ísland og Grønland hava eisini gjørt nýggjan sáttmála um lodnu og kongafisk
 
28.08.2023 - 10:47

Grønland sleppur at fiska 10.000 tons av makreli í íslendskum sjógvi.

Treytirnar eru tær, at bara tvey skip sleppa at fiska, og íslendskir eftirlismenn skulu vera við teimum fyri at ansa eftir, at hjáveiðan ikki verður ov stór.

Ísland fær á leið somu rættindi í grønlendskum sjógvi.

Ísland og Grønland hava eisini gjørt nýggjan sáttmála um lodnu og kongafisk.

Sambært nýggja býtinum fer Ísland úr 80 prosentum upp í 81 prosent av lodnuni og Grønland úr 15 upp í 18 prosent.

Noreg, sum hevði fimm prosent, fer niður í eitt prosent, um landið vil vera við í semjuni.

 

Meira lodna

Nógv meira lodna er nú í grønlendskum sjógvi. 

Hon er minkað við Ísland og so at siga horvin við Jan Mayen.

Í so máta er samráðingarstøðan hjá Grønlandi sterk.

Men nógv lættari er at fiska lodnu í íslendskum sjógvi, og tí rindar Grønland nógv fyri at sleppa  framat lodnu í íslendskum sjógvi. Sáttmálin er tí ein fyrimunur hjá Íslandi.

Sambært semjuni um kongafisk, ella gullkarfa, sum fiskurin eitur á íslendskum, eru 350 tons sett til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985