Ikki nógv nýtt um nýggja nólsoyarferju

Ikki nógv nýtt um nýggja nólsoyarferju
Samferðslumálaráðið skipaði fyri fundi í gjárkvøldið um farleiðina um nólsoyarfjørð
Strandferðsluflotin skal endurnýggjast, ætlar landsstýrið, men enn er ógreitt, nær nólsoyingar fáa nýtt skip fyri Ternuna, sum er frá 1980.
 
30.08.2023 - 13:40

Í gjárkvøldið sluppu nólsoyingar at siga sína hugsan um eina nýggja nólsoyarferju.

Samferðslumálaráðið beyð  til kunnandi fund, nú strandferðsluflotin skal endurnýggjast.

Og einir 70-80 nólsoyingar tóku av møguleikanum at koma á kunningarfund.

Ein teirra var Nicolaj Falck, sum situr í nólsoyarnevndini, og býr í Nólsoy.

Hann sigur, at fundurin var jaligur, men nógv nýtt kom ikki undan kavi:

Hoyr samrøðu við Nicolaj Falck í útvarpstíðindunum: 

 
30082023_Nicolaj_Falck_og_nolsoyarferja

 

Í samgonguskjalinum stendur, at farið verður undir at endurnýggja strandferðsluflotan sum skjótast.

Í tann mun, tað ber til, verða skipini smíðað í Føroyum og rikin við varandi orku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329