Føroyingur stjóri á landalistøð í Íslandi

Føroyingur stjóri á landalistøð í Íslandi
Heðin N. Joensen hevur 30 ára royndir við aling
Heðin N. Joen­sen er nýggjur stjóri í landalistøðini First Water í Íslandi. (Mynd: Morgunblaðið)
 
31.08.2023 - 08:16

Heðin N. Joen­sen er blivin stjóri í landalistøðini First Water í Íslandi, skrivar Morgunblaðið.

Heðin N. Joensen hevur 30 ára royndir við aling.

Seinastu átta árini var hann fram­leiðslu­stjóri hjá Hidd­en­fjord í Føroyum.

Hann hevur eisini havt onnur størv í alingini í Føroyum.

First Water hevur smoltstøð við Hvera­gerði og aling við Þor­láks­höfn.

Felagið hevur loyvi til at ala átta túsund tons av laksi um árið.

Men endamálið hjá felagnum er at koma upp á 43.000 tons.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083