- Tíðindi, mentan og ítróttur
Olja á vegunum í Havn í gjár

Helst var nógv olja likin á Dalavegin, Marknagilsvegin og á Hvítanesvegin.
Sambært vaktleiðaranum vóru eftir lítlari løtu yvir 100 fráboðanir, um at tað var sera hált at koyra á gøtunum í Havn.
Og, tí at tað regnaði so illa í gjár, breiddist oljudálkingin seg eisini til síðugøturnar.
Tá politibilurin skuldi niðan á Dalavegin at steingja vegin, trekti hann næstan ikki niðan, tí tað var so hált.
Tað var ein tangabilur hjá Magn, sum hevði likið olju á vegin. Orsøkin til lekan tykist vera ein mekaniskur feilur á tangabilinum.
Men málið er ikki liðugt viðgjørt enn. Fleiri kanningar og avhoyringar skulu gerast í dag, fyri at vita, hvussu nógva olju talan var um.
Men hetta er tað mesta, vakthavandi á politistøðini hevur upplivað av oljudálking á vegunum.



























