Olja á vegnum úr Leirvík niðan á Gøtueiði

Olja á vegnum úr Leirvík niðan á Gøtueiði
Politiið hevur biðið Landsverk spula vegin
Politiið sigur, at summa staðni er øgiliga hált. (Savnsmynd)
 
04.09.2023 - 08:17

Politiið ávarar um hálku á vegnum úr Lervík gjøgnum Gøtu niðan á Gøtueiði, tí olja er komin á vegin.

Fráboðan kom um oljuna og hálkuna klokkan trý korter til sjey í morgun.

Politiið hevur biðið Landsverk spula vegin.

Politiið sigur, at summa staðni er øgiliga hált.

 

Koyrdi á bilverju

Ein bilur, sum koyrdi á bilverjuna oman fyri Sundsverkið seinnapartin í gjár, fór so illa, at hann ikki kundi koyra av staðnum. 

Fólkaskaði var ikki í óhappinum.

Tveir aðrir bilar, sum komu framvið, fingu eisini skaða av steinum og lutum, sum fóru av bilinum, sum rendi á bilverjuna.

Poliitið veit ikki enn, hví ferðsluóhappið hendi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775