G20-londini hava toppfund í New Delhi

G20-londini hava toppfund í New Delhi
Kinesiski forsetin verður ikki við á fundinum, og tað harmar amerikanska forsetan
Kinesiski forsetin, Xi Jinping, verður ikki við á G20-toppfundinum. Í staðin fer forsætisráðharrin, Li Quiang, at umboða Kina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.09.2023 - 10:11

Størstu búskapirnir í heiminum hittast í New Delhi um vikuskiftið, men kinesiski forsetin, Xi Jinping, verður ikki við á G20-toppfundinum.

Í staðin verður kinesiski forsætisráharrin, Li Quiang, við á fundinum, boðar kinesiska uttanríkisráðið frá,  sambært Reuters.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, er harmast um, at kinesiski forsetin ikki verður við við, skrivar BBC.

- Eg eri vónbrotin, men eg fari at hitta hann seinni, sigur Biden uttan at greiða frá, nær og í hvørjum samanhangi hetta verður.  

BRIKS-londini: Brasil, Russland, India, Kina og Suðurafrika, høvdu toppfundi 23. august, og tá var Xi Jinping við.

Limalondini í BRIKS dylja ikki fyri, at tey vilja hava nógv meira samstarv sínámillum við tí endamáli at minka valdið hjá G20-londunum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541