- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verjukent føroyskt lið á vøllin í Varsjava
Verjukent føroyskt lið á vøllin í Varsjava
Håkan Ericson hevur sett føroyska liðið, har Jóan Símun Edmundsson er einsamallur frammi og Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð spæla á veingjunum

Vænta 45.000 áskoðarar á Narodowy leikvøllinum í Varsjava
Mynd: Jógvan Skeel
07.09.2023 - 18:48
Liðupstilling (5-4-1): Mathias Lamhauge, Viljormur Davidsen, Sonni Nattestad, Odmar Færø, Hørður Askham, Gilli Rólantsson, Jóannes Bjartalíð, Gunnar Vatnhamar, René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar og Jóan Símun Edmundsson
Tað er eitt verjukent førosykt lið, sum skal halda Robert Lewandowski og hinum frá at skora í Varsjava í kvøld.
Pólska liðið er trýst undan dystinum í kvøld, og tí kemur væntandi eitt stórt álopstrýst frá Póllandi fyrstu løtuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























