Kvinnurnar klárar til Nations League

Kvinnurnar klárar til Nations League
Nýggi venjarin hjá fótbóltslandsliðnum, Signe Pries Andersen, hevur tikið hópin út til fyrstu dystirnar í Nations League, og heili fimm spælarar eru við fyri fyrstu ferð
Signe Pries Andersen tók við venjarastarvinum í summar, og nú stendur Nations League fyri framman
Mynd: Fótbóltssamband Føroya  
 
08.09.2023 - 15:36

Fimm spælarar eru við fyri fyrstu ferð, tá fótbóltslandsliðið við kvinnum skal spæla tveir teir fyrstu dystirnar í Nations League um góðar tvær vikur.

Tað er greitt, eftir at nýggi venjarin, Signe Pries Andersen, hevur úttikið sín fyrsta hóp.

Føroyar eru í bólki saman við Montenegro, Kýpros og Aserbaijan, og teir fyrstu dystirnir eru á heimavølli ímóti Montenegro 22. september og á Kýpros 26. september, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Spælararnir, sum eru við fyri fyrstu ferð eru Sarita Petersen úr EBS/Skála, Sunniva Willemoes og Malena Olsen úr KÍ, sum allar eru komnar upp frá U19 landsliðnum, og Fridrikka Clementsen úr HB og Rúna Olsen úr NSÍ, sum nú fingið dystarboð við A-landsliðnum á fyrsta sinni.


Hópurin til dystirnar móti Montenegro og Kýpros sær soleiðis út:

Óluva Joensen, KÍ
Valborg Østerø, B36
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Heidi Sevdal, NSÍ
Sunniva Willemoes, HB
Rúna Jacobsen, HB
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rebekka Benbakoura, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Margit Magnusdóttir, 07 Vestur
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Lena Olsen, NSÍ
Jensa K. Tórolvsdóttir, FC Thy – Thisted Q
Mona Rasmusdóttir, FC Thy – Thisted Q
Sara S. Lamhauge, NSÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn H. Joensen, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Fridrikka Clementsen, HB
Ása S. Carlsen, HB
Rúna Olsen, NSÍ
Sarita Petersen, EBS/Skála

Dystarskráin hjá kvinnunum í Nations League:

22. september: Føroyar – Montenegro (Tórsvøllur)
26. september: Kýpros – Føroyar
27. oktober: Føroyar – Aserbadjan (við Djúpumýru)
31. oktober: Føroyar – Kýpros (Tórsvøllur)
1. desember: Montenegro – Føroyar
5. desember: Aserbadjan – Føroyar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860