- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hundar og kettur somu sjúku

Giardia er ein lítil, einkyknaður sníkur, sum finst í gørnum hjá menniskjum og djórum og kann elva til leyst lív.
Sníkurin er vanligur í øllum heiminum og er eisini at finna í Føroyum, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðuni.
Fleiri sløg av giardia finnast, og tey sløgini sum eru hjá hundi og kettu, kunnu smitta fólk, men hetta er tó heldur sjáldsamt.
Mugu ansa eftir
Fyri at tálma smittu við giardia millum hundar og kettur, verður mint á týdningin at hava umsjón við sínum djórum.
So vítt gjørligt eigur at verða ansað eftir, at djórini ikki koma at skarni frá øðrum djórum, serliga í økjum, har útiløgukattar eru.
Harafturat er umráðandi at taka upp og burturbeina skarn eftir hundum og um møguligt, eisini kettum.
Reinføri týdningarmikið
Um hundurin ella kettan hevur leyst lív í fleiri dagar, verður rátt til at fara til djóralækna, soleiðis djórið verður kannað og um neyðugt, sett í viðgerð. Sjúk djór eiga ikki koma í samband við onnur djór.
Mint verður á, at reinføri er sera týdningarmikið, tá ið fingist verður við djór, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.


























