- Tíðindi, mentan og ítróttur
Smyril avlýsir hósdagstúrar
Smyril avlýsir hósdagstúrar
Teir báðar næstu hósdagarnar fer Smyril ikki at sigla fyrsta túrin av Havnini og annan túrin av Krambatanga.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
17.09.2023 - 15:28
Hetta verður gjørt, tí MES-støðirnar á Smyrli, sum millum annað hava við bjargingarbátarnar at gera, skulu dagførast.
Hósdagin 21. septembur og hósdagin 28. septembur siglir Smyril tí ikki av Havnini klokkan trý korter til níggju og heldur ikki av Krambatanga klokkan hálvgum tólv.
Í hesum sambandi verður ferðafólkatalið eisini lækkað úr 975 niður í 543.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























