Farin undir barnagarð á Sandi

Farin undir barnagarð á Sandi
Farið er nú undir arbeiðið at byggja nýggjan barnagarð heima á Sandi til 120 børn, sum er tvær ferðir so nógv sum verandi barnagarður.
Mynd: Sands kommuna  
 
17.09.2023 - 17:51

Hetta hendi, tá ið Hanna á Reynatúgvu, virkandi borgarstjóri, og Hildigerð Djurhuus, kommunustýrislimur, loystu fyrsta flagið.

Tær siga, at nú verður ikki helmað í, fyrr enn nýggi og snotiligi barnagarður, sum entreprenørfyritøkan J & K Petersen skal byggja, er liðugur.

Tað er komandi undirsjóvartunnilin, ið skundar undir barnagarðin, umframt at bíðilistin eftir grundstykkjum heima á Sandi er langur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026