Íslendskur hvalabátur sleppur aftur at skjóta

Íslendskur hvalabátur sleppur aftur at skjóta
Kravt verður m.a., at skjúttin prógvar, at hann dugir at skjóta
Hvalur 8 sleppur nú aftur at skjóta nebbafisk, men treytir eru lagdar við loyvinum.
Mynd: Josef Agir Stefansson, Marine Traffic.com  
 
21.09.2023 - 14:41

Íslendsku matvørumyndugleikarnir hava givið Hvali 8 loyvi til at skjóta hval aftur, men treytir eru, sum fyrst skulu lúkast, áðrenn loyvið verður givið.

Millum annað skal skjúttin prógva, at hann dugir at skjóta.

Íslendsku matvørumyndugleikarnir steðgaðu fyri einari viku síðani fyribils øðrum hvalabátinum, Hvali 8.

Hann hevði framt álvarsligt brot á lógina um djóravælferð, siga myndugleikarnir.

 

Doyði ikki

Hvalur 8 rakti ein nebbafisk so illa við fyrsta skotinum 7. september, at nebbafiskurin doyði ikki alt fyri eitt.

Tá slíkt hendir, eigur at vera skotið aftur í stundini, sigur lógin.

Men tað hendi ikki. Slakur hálvur tími gekk. Og tá gingu nakrir minuttir til hvalurin doyði.

Tað vóru júst hendingar sum hendan 7.september, sum gjørdu, at íslendska hvalaveiðan ikki fekk loyvi at byrja 21.juni, sum hon annars skuldi, men ikki fyrr enn 1.september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083