Høvdavirkið víðkar virksemið

Høvdavirkið víðkar virksemið
Ætlanin er nú eisini at framleiða mjøl og lýsi úr feitum fiski og fiskaúrdrátti, og at skera flak av svartkjafti.
Høvdavirkið í Leirvík fer nú at víðka um virksemið
 
23.09.2023 - 17:36

Høvdavirkið á Hagaleiti í Leirvík, sum síðani 2001 hevur turkað fiskahøvd, -ryggir og heilan fisk, fer nú at víðka virksemið.

Ætlanin er nú eisini at framleiða mjøl og lýsi úr feitum fiski og fiskaúrdrátti, og at skera flak av svartkjafti.

Hóast Høvdavirkið hesi árini hevur havt umhvørvisgóðkenning, hevur Umhvørvisstovan hildið tað verið neyðugt við nýggjari góðkenning, nú virkið víðkar virksemið.

Hesa umhvørvisgóðkenning hevur virkið í Leirvík fingið í vikuni, og í nýggju góðkenningini verða treytir settar til eitt nú spillivatn og útlát til luft.

Varðin í Gøtu eigur 86 prosent av Faroe Marine Products, sum er felagið aftan fyri Høvdavirkið.

Fyrrverandi stjórin, Eirikur á Húsamørk, sum nú er nevndarlimur í felagnum, eigur hini 14 prosentini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083