Emerald fór stutt fyri midnátt

Emerald fór stutt fyri midnátt
Trolarin Emerald er nú staddur í ein landnyrðing úr Føroyum á veg norðureftir sambært Vesselfinder.com.
Emerald er bygdur í Turkalandi.
 
24.09.2023 - 10:11

Trolarin Emerald er nú staddur í ein landnyrðing úr Føroyum á veg norðureftir sambært Vesselfinder.com.

Hann fór av Havnini beint fyri midnátt.

Nú eru skjótt triggir mánaðir síðani Emerald fór úr Turkalandi, har hann er bygdur.

Á veg til Havnar var hann í Hirthals og í Vági.

Emerald kom á Havnina 13.juli. Men tað vísti seg, at nógv var eftir at gera umborð.

Emerald var tveir royndartúrar undir Føroyum, og ein túr eftir rækjum.

Emerald kann fiska rækjur í altjóða sjógvi í Barentshavinum og í Norska havinum.

Hann hevur fingið 1.405 tons av rækjum í russiska Barentshavinum.

Og hann hevur 149 fiskidagar eftir rækjum við Svalbard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083