Framvegis brúkiligt við gørnum

Framvegis brúkiligt við gørnum
Garnaskipini hava framvegis brúkiligt fiskarí, upplýsir Fiskamarknaðurin
Fiskamarknaðurin.
 
24.09.2023 - 10:26

Garnaskipini hava framvegis brúkiligt fiskarí, upplýsir Fiskamarknaðurin.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. 

Øll ísfiskalínuskipini eru inni, men helst fer okkurt út í næstum.

Fýra frystilínuskip eru við Føroyar og tvey við Grønland. 

Tey fáa tosk, hýsu, longu, brosmu og svartkalva.

Góður streymur at byrja við

Streymurin er góður nú fyrst í vikuni, men harðnar sum vikan líður. 

Veðrið verður skiftandi, tí væntar Fiskamarknaðurin ikki nógvan útróður í vikuni. 

Bara ein djúpvatnstrolari er úti. Hann fiskar svartkalva og kongafisk. 

Um partrolarar verður sagt, at fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Væntandi fer okkurt parið út í næstum.

Upsafiskaríið er framvegis smáligt. 

Allir trolbátarnir liggja við bryggju, men helst fer onkur út, tá veðrið batnar, sigur Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083