KÍ vann eftir hvøkk - ÍF eitt stig frá bjargingini

KÍ vann eftir hvøkk - ÍF eitt stig frá bjargingini
TB legði seg framum ímóti KÍ mestsum beinanvegin, men oddaliðið vendi dystinum til stórsigur, og ÍF er bert eitt stig frá bjargingini eftir heimasigur á AB
Vegard Forren - á myndini ímóti Slovan Bratislava - javnaði fyri KÍ í Trongisvági
 
24.09.2023 - 17:53

KÍ vann 5-1 stórsigur á TB í Trongisvági og er nú sjey stig fremst í Betri-deildini við monnum.

Klaksvíkingar fingu ein hvøkk, tá Rógvi Joensen legði TB á odda beinavegin, men Vegard Forren syrgdi fyri javnleiki áðrenn steðgin. Í seinna hálvleiki avgjørdi KÍ við málum frá Mads Boe Mikkelsen, Odmari Færø, Árna Frederiksberg og Jákupi B. Andreasen, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 5-1.

Víkingur tók seg uppum HB á triðja pláss við sigri á 07 Vestur í Sarpugerði. Sølvi Vatnhamar legði Víking framum fyri steðgin, men Jasper Van Der Heyden javnaði, tá 55 minuttir vóru spældir. Innskifti Martin Klein Joensen gav Víkingi leiðsluna aftur, og Sølvi Vatnhamar legði eitt afturat, so heimaliðið vann 3-1.


Fuglfirðingar týðandi stig á heimavølli

ÍF er nú bert eitt stig frá bjargingini eftir at fuglfirðingar vunnu 3-1 á AB á heimavølli. Hans Jákup Lervig og Gundur Petersen skoraðu til hálvleiksstøðuna 2-0. Brian Jakobsen minkaði til 2-1 fyri AB, men Gundur Petersen tryggjaði ÍF sigurin við enn einum máli í 89. minutti.

Á Svangaskarði spældu B68 og EB/Streymur javnt 2-2. Aleksandur Jensen legði B68 framum tíðliga, men Gutti Dahl-Olsen og Bergur Poulsen vendu dystinum fyri steðgin. Tá tólv minuttir vóru eftir at spæla, javnaði Alex Mellemgaard, og liðið fingu eitt stig í part. 

Í annaðkvøld verður grannauppgerð í Havn ímillum B36 og HB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595