Føroysku Baroli Music fingið gullplátu fyri "Better In Stereo"

Føroysku Baroli Music fingið gullplátu fyri "Better In Stereo"
Bárður Háberg og Óli Jógvansson, ið saman framleiða tónleik í Baroli Music, hava fingið gullplátu úr USA, tí staklagið "Better In Stereo" er selt í 500.000 eintøkum
Bárður Háberg til vinstru og Óli Jógvansson til høgru við gullplátunum úr USA, sum teir hava fingið fyri sangin "Better In Stereo"
Mynd: Baroli Music  
 
27.09.2023 - 14:24

Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyskir sangskrivarar kunnu reypa sær av, at eitt staklag hjá teimum hevur selt fleiri enn 500.000 eintøk í USA. 

Men tað kunnu føroysku sangskrivararnir í Baroli Music, Bárður Háberg og Óli Jógvansson.

Og teir hava enntá fingið hvør sína gullplátu sendandi sum prógv upp á flotta avrikið. 

Tað er sangurin "Better In Stereo", sum Baroli Music skrivaðu saman við bretsku Paulu Winger til Dove Cameron at syngja í Dinsey-røðini "Liv and Maddie". 

Hetta var aftur í 2014, og sangurin bleiv til í hølunum hjá Evangelisku Røddunum, har Baroli Music hildu til, við Landavegin í Havn. 

Baroli Music skrivar nú á Facebook-síðu sínari, at Disney og Recording Industry Association of America (RIAA) júst hava váttað, at lagið “Better In Stereo” hevur rokkið “Gold Certification” fyri fleiri enn 500.000 seld eintøk í USA sum staklag ella single, sum flest fólk siga. 

Í skrivandi stund er "Better In Stereo" eisini spældur næstan 100 milliónir ferðir á Youtube, og tær báðar útgávurnar av sanginum, ið liggja á Spotify, eru spældar fleiri enn 40 milliónir ferðir hvør. 

Hetta sigur tó langt frá alla søguna um útbreiðsluna hjá sanginum, tí í 2021 hittað hann eisini stórt á sosiala miðlinum TikTok, har serliga ung fólk brúktu hann til at video-innsløg.

Tað ljóðaði, at tað tá vóru 600.000 ymisk videobrot við sanginum á TikTok, sum Bárður Háberg eisini greiddi frá í útvarpstíðindunum 16. januar í 2021. 

Baroli_Music_innslag_16_jan_2021

 

Á altjóða popptindunum

Í 2012 bleiv eitt lítið útvarpsportrett gjørt sangskrivara-verksmiðjuni Baroli Music, og um strembanini hjá Bárði Háberg og Óla Jógvanssyni at koma upp á ovastu popptindarnar. 

Tá arbeiddi Bárður Háberg sum sendimaður í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, og Óli Jógvansson var náttarvakt á Deild 2 í Landssjúrkahúsinum.

Men júst um hetta mundið, tá Kringvarpið var á vitjan í hølunum hjá Evangelisku røddini við Landavegin, høvdu teir av álvara fingið vind í seglini. 

Hoyrt portrettið niðanfyri. 

9548

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981