Tvey ógvuslig ferðsluóhapp um somu tíð og um somu leið

Tvey ógvuslig ferðsluóhapp um somu tíð og um somu leið
Bæði ein bilførari, ið rendi á veggin í Vágatunnlinum, og ein løgreglumaður á motorsúkklu, endaðu í kvøld á landssjúkrahúsinum eftir ógvuslig ferðsluóhapp
Ein motorsúkklupolitistur hevur fingið stóran skaða í ferðsluóhappi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
02.10.2023 - 21:21

Tvey fólk, sum hava verið í ferðsluóhappum, eru flutt á landssjúrkahúsið í kvøld. 

Í skrivandi stund er óvist, hvussu álvarslig støðan er hjá teimum, ið komu til skaða. 

Tað byrjaði við, at ein bilur rendi í veggin í Vágatunnlinum umleið klokkan 19.45. 

Ein maður var í bilinum, ið fekk stóran skaða og bleiv vrak av stoytinum. Bilførari varð fluttur á landssjúrkahúsið.

Sambært vakthavandi á politistøðini, so var bilførarin við vit, tá hann varð fluttur á landssjúrkhúsið. Men hvussu álvarsligan skaða, hann hevur fingið, er óvist. 

 

Motorsúkklupolitistur fingið stóran skaða

Nærum samstundis, og um somu leið, hendi eitt annað ógvusligt ferðsluóhapp. 

Ein løgreglumaður á motorsúkklu, ið koyrdi í Kollafjarðardali millum rundkoyringina og bensistøðina, hevur mest sannlíkt koyrt á ein seyð.

Við in.fo sigur vaktleiðarin á politistøðini, at motorsúkklupolitisturin er komin illa til skaða og varð fluttur á landssjúkrahúsið. Støðan var kritisk, men hann er við vit, og familjan er kunna.

Vakleiðarin undirstrikar tó, at ferðsluóhappið við politimotorsúkkluni ikki hevði samband við ferðsluóhappið í Vágatunnlinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391