Fýra vilja vera skúlastjóri í Vestmanna

Fýra vilja vera skúlastjóri í Vestmanna
Starvið var lýst leyst í august, tí stjórin fór í annað skúlastjórastarv
Fýra umsóknir eru til stjórastarvið í Vestmanna skúla.
 
03.10.2023 - 08:39

Fýra umsóknir eru um skúlastjórastarvið í Vestmanna, skrivar Skúlablaðið.

Starvið sum skúlastjóri í Vestmanna var lýst leyst í august. 

Anna Maria Reinert Jensen, sum tók við sum skúlastjóri í Vestmanna skúla í januar, tók í september við skúlastjórastarvinum í Hoyvíkar skúla.

Í Vestmanna skúla eru 169 næmingar í fyrsta til tíggjunda flokki. 

Skúlin hevur eisini serflokk.

Í skúlanum eru 21 lærarar og tveir námsfrøðiligir stuðlar, skrivar Skúlablaðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723