Ísrael fyrireikar seg at senda herfólk inn í Gaza

Ísrael fyrireikar seg at senda herfólk inn í Gaza
Stórar herdeildir eru í løtuni á markinum millum Ísrael og Gaza
Higartil hevur Ísrael framt loftálop á Gaza-geirab, men nú er ætlanin at senda hermenn inn í Gaza.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.10.2023 - 10:09

Støðan millum Hamas og Ísrael stendur við og versnar. 

Seinastu dagarnar og tímarnar hevur Ísrael hert munandi um álopstilbúgvingina við hernaðarútgerð og herfólki á markinum millum Ísrael og Gaza. 

Ísrael hevur sent boð eftir 300.000 herfólkum aftrat.

- Tey nærkast Gazageiranum, har tey fyrireika seg til uppgávuna, sum tey hava fingið frá ísrelsku stjórnini. Vit skulu tryggja, at Hamas onga hermergi hevur eftir, tá kríggið er av, og ikki kann hótta ella drepa ísraelsk sivilfólk, sigur Jonathan Conricus, sum er talsmaður fyri ísrelska herin. 

 

Stríðið millum Ísrael og Hamas hevur kravt í minsta lagi 2.400 mannalív, 1.200 í Gaza og 1.200 í Ísrael. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Kríggjast á landi

Ísrelski verjumálaráðharrin, Yoav Gallant, vitjaði í gjár ísrelsku herfólkini við á markinum til  Gaza. Hann segði, at skjótt verður farið inn í Gaza. 

- Vit byrjaðu við loftálopunum. Seinni fara vit at leypa á á landi, segði hann. 

Nýggjastu tølini frá palestinskum myndugleikum siga, at í minsta lagi 1.200 fólk hava latið lív av ísraelskum loftálopum. Ísrelskir myndugleikar hava boðað frá, at Hamas hevur dripið 1.200 ísraelar, skrivar danska kringvarpið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329