Ákæruvaldið hevur eisini appellerað

Ákæruvaldið hevur eisini appellerað
Dominikansk kvinna var dømd seks ára fongsulsrsrevsing fyri at hava smuglað stórar nøgdir av kokaini til Føroya
Kvinnan appelleraði alt fyri eitt ein part av dóminum, og nú hevur ákæruvaldið eisini skotin dómin inn fyri Landsrættin. (Savnsmynd)
 
17.10.2023 - 09:47

Ákæruvaldið hevur eisini skotið dómin, sum ein dominikansk kvinna, sum býr í Niðurlondum, fekk í Føroya rætti, inn fyri Landsrættin.

Kvinnan appelleraði alt fyri eitt ein part av dóminum.

Hon fekk seks ára treytaleysa fongulsrevsing fyri at hava smuglað 1,2 kilo av kokaini til Føroya í tveimum førum. Í øðrum førinum til Íslands umvegis Føroyar.

Kvinnan noktar seg seka í hava smuglað 600 gram av kokaini til Íslands.

Tí kærdi hon tann partin. 

Hesi rúsevnini, tey, sum skulu vera smuglað til Íslands, eru ongantíð funnin, men sambært ákæruvaldinum eru prógv um tey í telefonini hjá kvinnuni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572