Sitið í fongsli í Svøríki

Sitið í fongsli í Svøríki
Maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava dripið tveir svenskar fótbóltsfjepparar og sært ein annan, í Brússel í gjárkvøldið, hevur áður sitið í fongsli í Svøríki
Tveir svenskir fótbóltsfjepparar blivu dripnir í Brússel í gjárkvøldið. Maðurin, sum framdi álopið, hevur áður sitið í fongsli í Svøríki.
Mynd: Hatim Kaghat/AFP/Ritzau Scanpix  
 
17.10.2023 - 19:21

Tað var í gjárkvøldið, at tveir svenskir fótbóltfjepparar vóru dripnir av skotum í miðbýnum í Brússel, - nærindis býarpartinum Molenbeck. 

Hetta hendi stutt undan EM-undankappingardystinum millum Belgia og Svøríki í Brússel. 

Fleiri svenskir miðlar skriva, at maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava framt álopið, hevur áður sitið í fongsli í Svøríki..

Maðurin hevur verið í Svøríki fyri okkurt um 10 árum síðani, har hann hevur brúkt falskt samleikaprógv. Hann hevði einki uppihaldsloyvi í Svøríki. 

Svenska trygdarpolitiið vil ikki siga, um maðurin framdi nakað lógarbrot, tá ið hann var í Svøríki ella um hann var kenningur hjá politiinum.

Frederik Hallström, sum er leiðari hjá svenska trygdarpolitinum, sigur, at trygdarpolitiið er av tí fatan, at maðurin helst hevur ferðast kring Evropa við falskum samleikaprógvi.

Maðurin, sum hildið verður framdi álopið í Brússel í gjárkvøldið er deyður.

Fyrrapartin í dag skeyt og drap politiið mannin í Schaerbeek-grannalagnum í landnyrðingspartinum av belgiska høvuðsstaðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650