85 prosent minni av F-gassi innflytast komandi árini

85 prosent minni av F-gassi innflytast komandi árini
Innflutningurin av F-gassi skal minkast við 85 prosentum næstu 12 árini, sambært kunngerð, sum Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur lýst
 
22.10.2023 - 10:05

F-gass eru gass, sum hava fluor í sær. Hesi eru sera skaðilig fyri umhvørvið.

F-gass eru harumframt stórur partur av føroyska vakstrarhúsgass-útlátinum.

Kunngerðin fevnir millum annað um HFC-gass í køliskipanum og frystiskipanum á landi og umborð á skipum, og fyri SF6, sum verður nýtt sum koblingsgass í háspenningsskipanum.

Kunngerðin er galdandi fyri fólk, fyritøkur og virki umframt skip og havstøðir, sum eru skrásett ella staðsett í Føroyum.

Nýggja kunngerðin merkir altso, at:

- Frá 1. januar 2024 er ikki loyvt at seta nýggjar køli- og frystiskipanir upp, sum innihalda HFC-gass við GWP-virði størri enn 2.500.

- Frá 2027 er ikki loyvt at fylla nýframleitt HFC-gass við sama virði á køli- og frystiskipanir, har fyllingin er 40 tons av CO2 eindum ella meira. 

- Frá januar 2030 er ikki loyvt at fylla nýframleitt HFC-gass við sama virði á frystiskipanir yvirhøvur.

- Frá 2027 er ikki loyvt at innflyta nýggja útgerð við SF6-gassi at brúka í háspenningsskipanum. 

Og frá 1. januar 2036 er ikki loyvt at brúka f-gass yvirhøvur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650