- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot um skattalætta lagt fram í vikuni
Uppskot um skattalætta lagt fram í vikuni
Uppskot um skattalætta kemur í løgtingið í næstum. Tað váttar Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Aksel V. Johannesen, løgmaður.
22.10.2023 - 14:38
Aksel V. Johannesen sigur, at landsstýrið er komið fram til ein leist fyri einum skattalætta, sum verður lagdur fyri samgonguflokkarnar í vikuni.
Aksel V. Johannesen vil ikki siga nakað nærri um, hvussu skattalættin er skipaður ella hvussu hann er fíggjaður, fyrr enn tingfólkini hjá samgonguflokkunum hava sæð uppskotið, og tað verður so í hesi vikuni.
Ætlanin er, at skattalættin skal koma í gildi 1. januar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























