- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fasti Gerðarrættur: Óheimilað stríðsstig
Fasti Gerðarrættur: Óheimilað stríðsstig
Tað var eitt óheimilað stríðsstig, tá allir sjúkrarøktarfrøðingar í dag vórðu sendir heim

Fasti Gerðarrættur hevur talað: Óheimilað stríðsstig
02.11.2023 - 21:06
Fasti Gerðarrættur hevur nú staðfest í úrskurði, at tað var eitt óheimilað stríðsstig, tá ið Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar á middegi í dag bóðu allir sínar limir niðurleggja arbeiðið.
Hetta gjørdi Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar sum eitt aftursvar til, at Løgtingið í dag kom saman fyri at steðga verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Sostatt mugu allir sjúkrarøktarfrøðingar, sum felagið sendi heim í dag, møta aftur til arbeiðis.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk: Markus Grosskopf og Jan S. Eckert um A Rock´n´Roll Sensation
213250
Nýggjastu sendingar í SV























