- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya Handverkarafelag fer eisini í samhugaverkfall
Føroya Handverkarafelag fer eisini í samhugaverkfall
Flestu limirnir eru í privatu vinnuni og tí ikki fevndir av verkfallinum, men onkrir eru eisini undir Fíggjarmálaráðnum, til dømis kavaruddingin hjá Landsverki

Kavaruddingin hjá Landsverki er partur av samhugaverkfallinum hjá Føroya Handverkarafelag
02.11.2023 - 21:19
Føroya Handverkarafelag fer eins og fleiri onnur fakfeløg í samhugaverkfall í morgin í sambandi við avgerðina hjá Løgtinginum í kvøld.
Suni Simonsen vísir á, at størsti parturin av limunum hjá Føroya Handverkarafelag eru í starvi hjá privata sektorinum. Teir eru ikki settir eftir sáttmála við Fíggjarmálaráðið og kunnu tí ikki fara í verkfall.
Men onkrir limir eru kortini undir Fíggjarmálaráðnum, til dømis kavaruddingin hjá Landsverki og húsavørðar ymsastaðni kring landið, sum fara í 24 tíma samhugaverkfall í morgin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk: Markus Grosskopf og Jan S. Eckert um A Rock´n´Roll Sensation
213250
Nýggjastu sendingar í SV























