- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samhugaverkfallið hjá Starvsfelagnum avlýst

Samhugaverkfallið hjá Starvsfelagnum er avlýst.
Tað boðar Starvsfelagið frá á Facebook.:
--
SAMHUGAVERKFALLIÐ ER AVLÝST
Fasti Gerðarrættur hevur gjørt av, at samhugaverkfallið, sum var lýst at koma í gildi 2. novembur á midnátt, er eitt óheimilað stríðsstig. Tí hevur Starvsfelagið sent Fíggjarmálaráðnum hesa fráboðan um avlýsing av samhugaverkfallinum:
Starvsfelagið skal við hesum boða frá, at felagið avlýsir samhugaverkfallið, ið felagið lýsti í gjár, 2. novembur 2023, at koma í gildið hóskvøldið 2. novembur 2023 á midnátt galdandi til fríggjakvøldið 3. novembur 2023 á midnátt.
Nevndin viðger støðuna og kemur við nærri kunning seinni.
Starvsfelagið
Súni Selfoss, formaður























