Byggja smoltstøð í Skálavík

Byggja smoltstøð í Skálavík
Smoltstøðin skal lata sjey milliónir smolt um árið
Soleiðis fer nýggja smoltstøðin í Skálavík at síggja út.
Mynd: Bakkafrost  
 
07.11.2023 - 10:24

Fríggjadagin gjørdi Bakkafrost avtalu við veitara um at byggja smoltstøð í Skálavík. 

Smoltstøðin verður 28.600 fermetrar, sum er nakað tað sama sum smoltstøðin á Strond er. 

Smoltstøðin skal lata sjey milliónir smolt, sum eru 500 gramm, um árið.

 

219 milliónir eftir skatt

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum í triðja ársfjórðingi var 269 milliónir krónur.

Tað var 325 milliónir í triðja ársfjórðingi í fjør.  Úrslitið eftir skatt var 219 milliónir krónur. Tað var 249 milliónir í fjør.

 

Tøkugjaldið ávirkar

Bakkafrost sigur, at tøkugjaldið ger, at avtalur um lidnar vørur fyri 2024 bara eru gjørdar fyri níggju prosent av tøkuni. Hetta talið var 22 prosent um somu tíð í fjør.

Bakkafrost ætlar at taka 91.000 ton av laksi í kruvdari vekt næsta ár, 66.000 tons í Føroyum og 25.000 tons í Skotlandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083