Harðir bardagar við sjúkrahús í Gaza

Harðir bardagar við sjúkrahús í Gaza
Ísraelar eru til reiðar at leggja vápnini millum klokkan 10 og 14, so fólk kunnu flytast av Al-Shifa sjúkrahúsinum í Gaza
Al-Shifa sjúkrahúsið í Gaza
Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.11.2023 - 10:18

Bardagarnir í Gaza halda fram, og hetta rakar millum annað sjúkrahúsini í økinum meint. Millum annað hava bardagar verið millum Hamas og ísraelska herin við Al-Shifa sjúkrahúsið, sum millum annað hevur mist streymin. Maturin er uppi, og har er heldur einki vatn.

Nógvar myndir eru frá sjúkrahúsinum, millum annað av deyðum smábørnum, sum vóru fødd ov tíðliga og lógu í kuvøsu.

Ísraelski herurin sigur, at Hamas hevur tunlar undir sjúkrahúsinum, sum tískil er eitt bumbumál. Ísrael vísir aftur, at tað hevur skotið móti sjálvum sjúkrahúsinum, men harðir bardagar hava verið í umráðnum. Nú sigur ísraelski herurin, at hann er til reiðar at leggja vápnini millum klokkan 10 og 14 og lata ein geira upp, so fólk trygt kunnu flytast burtur av sjúkrahúsinum.

Ísraelar hava gjørt hetta áður, tá fólk vóru flutt av Nasser og Rantisi sjúkrahúsunum, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672