Vandi fyri eldgosi: Byggja verjumúr á Reykjanesi

Vandi fyri eldgosi: Byggja verjumúr á Reykjanesi
Íslendska altingið hevur samtykt lógaruppskot um at verja undirstøðukervið
Jarðskjálvtar í Grindavík hava gjørt stóran skaða á vegirnar, og fólkið í býnum er flutt burtur
Mynd: Íslendska vegagerðin  
 
14.11.2023 - 08:22

Íslendska altingið samtykti í gjár lógaruppskot um at verja undirstøðukervið á Reykjanesi, nú stúrt verður fyri eldgosi har.

Uppskotið hjá Katrini Jakobsdóttir, forsætisráðharra, var samtykt stutt fyri midnátt í gjárkvøldið, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Sambært løgmálaráðharranum, Guðrúni Hafsteinsdóttir, verður heimild í dag givin til at fara undir at byggja ein verjumúr.

- Eg havi givið ríkisløgregluni heimild til at seta gongd á arbeiðið at byggja ein verjumúr fyri at verja orkuverkið á Svartsengi longu í morgin, segði løgmálaráðharrin við RÚV, beint eftir at uppskotið var samtykt í nátt.

Fríggjakvøldið vóru íbúgvarnir í býnum Grindavík fluttir úr økinum við stuttari ávaring. 

Í fleiri dagar hevur stúrt verið fyri, at tað fer at goysa á Reykjanesi, har m.a. flogvøllurin í Keflavík og Bláa lónið eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025