- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bilhjól elvdi til ruðuleika
Bilhjól elvdi til ruðuleika
Beint áðrenn klokkan trý seinnapartin hendi eitt ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum, sum fevndi um fimm bilar

15.11.2023 - 18:35
Orsøkin til óhappið var, at ein bilur misti eitt hjól, sum gjørdi, at hann kom at standa illa fyri í ferðsluni.
Tað hendi einki við teimum fyrstu bilunum, sum koyrdu aftaná, men í tveimum førum longur afturi rendu tveir bilar í bilin frammanfyri.
Politiið bað átaksleiðarin í Klaksvík fara á staðið, og hann fekk flutt bilin og ferðsluna í gongd aftur.
Teir báðir bilførarnir, sum rendu á, vera skuldsettir fyri ikki at hava hildið nóg stóra frástøðu til bilin frammanfyri, upplýsir politiið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























