Sluppu inn í Gasa við brennievni

Sluppu inn í Gasa við brennievni
Átta tangabilar við 210.000 litrum av brennievni eru slopnir inn í krígsherjaða økið
Hóast nakrir tangabilar við brennievni eru slopnir inn í Gasa seinastu dagarnar, munar tað litið, tí tørvurin er so stórur.
Mynd: AFP/Al-Jazeera  
 
20.11.2023 - 08:31

Tríggir tangabilar við tilsamans 50.000 litum av diesel sluppu í gjár at koyra inn í Gasageiran. 

Tað sigur eyptiski hjálparfelagsskapurin, Reyði hálvmáni. 

-  Tilsamans eru nú átta tangabilar við tilsamans 210.000 litrum av brennievni slopnir inn í krígsherjaða økið, síðani samanbrestirnir byrjaðu, sigur Raed Abdel Nasser, aðalskrivari í egyptisku deildini hjá hjálparfelagsskapinum.

 

Tørvur á 200.000 litrum hvønn dag

ST-kreppusamskiparin Martin Griffiths sigur, at tørvur er á 200.000 litrum av brenni evni í Gasageiranum hvønn dag.

Ísrael læt fríggjadagin marknaliðið upp fyri flutningi av brennievni til humaniter endamál. 

Tað snýr seg um tvey til fýra prosent av nøgdini, sum vanliga var flutt inn í Gasa undan krígnum.

Í gjár vóru 300 útlendskir ríkisborgarar og palestinar við dupultum ríkisborgaraskapi fluttir úr Gasageiranum um Rafah-marknaliðið til Egyptalands, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025