Vinnuhúsið kannar starvsfólkatørvin í privatu vinnuni

Vinnuhúsið kannar starvsfólkatørvin í privatu vinnuni
Fyritøkurnar verða eisini bidnar at koma við uppskoti um, hvørji átøk eiga at verða sett í verk fyri at fáa fatur á røttu arbeiðsmegini
Vinnuhúsið spyr nú fyritøkur um tørvin á arbeiðsmegi.
 
20.11.2023 - 14:50

Vinnuhúsið er farið undir umfatandi spurnakanning, har fleiri enn 100 føroyskar fyritøkur verða spurdar um starvsfólkatørvin hjá privatu vinnuni í Føroyum.

Endamálið við kanningini er at fáa neyvari at vita, hvat ítøkiligi tørvurin hjá privatu vinnuni er.

Í kanningini hugt nærri at tørvinum í teimum ymisku vinnugreinunum, og um tað er brúk fyri ófaklærdum starvsfólkum, fólk við yrkisútbúgving ella starvsfólk við longri útbúgvingum. Eisini verður spurt nærri um, hvat slag av førleikum, tørvur er á.

 

Størsta einstaka avbjóðingin 

Fyritøkurnar verða eisini bidnar at koma við uppskoti um, hvørji átøk eiga at verða sett í verk fyri at fáa fatur á røttu arbeiðsmegini.

Vinnuhúsið sigur, ar tørvurin á arbeiðsmegi í okkara grannalondunum er størsta einstaka avbjóðingin. Støðan ger, at vøksturin heldur uppat, og fyritøkur aftra seg við at gera íløgur.

Tað almenna og tað privata stóran tørv á arbeiðsmegi næstu árini.

Avbjóðingin er samansett. Øðrumegin snýr tað seg um at hava nóg mikið av arbeiðsmegi, og hinumegin um at hava eina arbeiðsmegi við teimum røttu fakligu førleikunum, sigur Vinnuhúsið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083