Skifta leikskipan

Skifta leikskipan
Føroyar stilla upp við álopskendari leikskipan í kvøld í mun til seinast. Fýra eru í verjuketuni, meðan fimm mans eru á miðvøllinum, har m.a. Jóannes Bjartalíð byrjar inni
Brandur H. Olsen er ein av fimm miðvallarum, sum byrja inni ímóti Albania
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
20.11.2023 - 18:27

Føroyar stilla upp við fýra í verjuketuni, fimm á miðvøllinum og einum framherja í EM-undankappingardystinum ímóti Albania í kvøld.

Viljormur Davidsen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø og Jóannes Kalsø Danielsen manna verjuna. Í mun til seinast ímóti Norra fer Hørður Askham út á beinkin.

Teir fimm, sum byrja inni á føroysla miðvøllinum, eru Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen, Gunnar Vatnhamar, René Shaki Joensen og Jóannes Bjartalíð.

Jóan Símun Edmundsson spælir á fremsta plássinum.

Hetta er síðsti dysturin í EM-undankappingini. Albania kann tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum við sigri á Føroyum, meðan føroyingarnir spæla fyri æruni á Air Albania-leikvøllinum í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454