Vápnahvíldin kemur í gildi í morgin ári

Vápnahvíldin kemur í gildi í morgin ári
Í nátt samdust Ísrael og Hamas um avtalu um vápnahvíld í fýra dagar
Eli Cohen er ísraelskur uttanríkisráðharri.
 
22.11.2023 - 13:53

Vápnahvíldin í Gasa kemur í gildi kl. 8 okkara tíð í morgin

Tað váttar Abu Marzouk, sum er limur í ovastu leiðsluni í Hamas.

Ísraelski uttanríkiráðharrin, Eli Cohen, sigur við Army Radio, at tilgongdin at lata leysar gíslar, sum Hamas hevur tikið, byrjar tá. 

Í nátt samdust Ísrael og Hamas um avtalu um vápnahvíld í fýra dagar.

 

Gíslar latast leysir

Sambært avtaluni, skulu 50 gíslar,  kvinnur og børn, latast leys í Gasa í bólkum næstu fýra dagarnar.

Har umframt skulu 150 palestinar, sum sita í fongsli í Ísrael, latast leysir, sigur Hamas.

Hesar dagarnar skulu eingi álop vera.

Blaðið Times of Israel skrivar, at fyribils vápnahvíldin fer í mesta lagi at vara í 10 dagar. Eftir tað halda samanbrestirnir í Gasageiranum fram, skrivar Times of Israel, og vísir til ísraelsku stjórnina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297