Russland hóttir Finnland

Russland hóttir Finnland
Finnland hevur stongt øll marknalið, tí fleiri hundrað fólk eru komin til Finnlands at biðja um friðskjól
Nógv fólk er komið úr Russlandi til Finnlands seinastu tíðina at biðja um friðskjól, men nú hevur Finnland stongt øll marknalið.
Mynd: PBS News Hour  
 
29.11.2023 - 13:51

Russland ávaraði í dag grannalandið Finnland, sum hevur stongt markið millum Finnland og Russland. 

- Finnland má skilja, at Russland kann fata slík stig sum hóttan, sigur talsmaðurin hjá Kreml, sambært Reuters.

Finnland stongdi í gjár øll marknalið við russlandsmarkið, og russiska ávaringin er helst aftursvar til tað.

 

 

Fleiri hundrað fólk eru seinastu vikurnar komin um marknaliðini millum Russland og Finnland at biðja um friðskjól. 

Finnland heldur, at Russland sendir umsøkjarar um friðskjól til Finnlands við vilja, og kallar hetta fyri hybrid-álop.

Kreml svarar eisini Póllandi aftur, nú Pólland hevur sagt, at best er at senda herdeildir til Finnlands at hjálpa teimum á markinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155