Óboðin gestur í húsunum

Óboðin gestur í húsunum
Politiið leitaði við hundum, men slóðin hvarv við eina á
Politiið vil fegið frætta frá fólki um hendingina í Haldórsvík.
 
01.12.2023 - 08:36

Tá ein maður kom til hús í Haldórsvík um eitt-tíðina í gjár, var ein maður, sum hann ikki kennir, inni í húsunum.

Maðurin slapp sær til rýmingar.

Politiið leitaði eftir honum við hundum.

Har var ein slóð at elta, men tá komið var til eina á, hvarv hon.

Politiið vil fegið frætta frá fólki, sum kanska veit okkurt um hendingina

Ikki er enn greitt, um talan er um innbrot, og um nakað er stolið í húsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775