Nógv vilja stýra fótbóltinum

Nógv vilja stýra fótbóltinum
Fótbóltssambandið hevur fingið 18 umsóknir til starvið sum aðalskrivari, og eftir ætlan verður starvið sett tíðliga næsta ár
Átjan fólk vilja vera aðalskrivari hjá Fótbóltssambandi Føroya
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
07.12.2023 - 17:11

Nógv vilja vera aðalskrivari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

FSF hevur fingið 18 umsóknir til starvið sum stjóri í aðalskrivstovuni hjá Føroya størstu ítróttagrein, skrivar fsf.fo.

Nú verður ein setanarbóltur settur, ið skal meta um innkomnu umsóknirnar, og í næstum verða best skikkaðu umsøkjararnir kallaðir inn til samrøðu. Setanarbólkurin og forsetin, Christian Andreasen, gera síðan endaligu innstillingina til starvsnevndina.

Virgar Hvidbro, sum síðan 2009 hevði verið aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, fór úr starvinum í november.

Aðalskrivarin í FSF sameinir starvsnevnd og fyrisiting, og tryggjar, at avgerðir tiknar av nevndini verða framdar í verki, skrivar Fótbóltssambandið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672