Yvirgangsætlan í Danmark: Trý fólk eru handtikin

Yvirgangsætlan í Danmark: Trý fólk eru handtikin
Talan var um eina altjóða løgregluatsókn, og eitt fólk er eisini handtikið í Hollandi
PET sigur, at talan var um eina altjóða løgregluatsókn, og fólk skulu vænta, at løgreglan verður sjónligari í gøtuni í næstum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.12.2023 - 12:54

Danska fregnartænastan, PET, hevur í morgun handtikið trý fólk í einari størri løgregluatsókn, í sambandi við ætlanir um yvirgang. 

Tey trý fólkini eru skuldsett  eftir lógarreglunum um yvirgang, upplýsti Flemming Drejer, deildarstjóri í PET, á tíðindafundi á middegi.

Handtiknu fólkini koma eftir ætlan fyri rættin seinnapartin.

 

Flemming Drejer, deildarstjóri í PET, greiddi frá rannsóknini á tíðindafundi á middegi. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Illgruni er um, at eitt netverk legði eitt yvirgangsálop til rættis, og eitt fólk er eisini handtikið í Hollandi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

14122023_Flemming_Drejer

 

Michael Boolsen, fúti.

 

Michael Boolsen, fúti, sigur, at løgreglan í Føroyum hevur ikki verið iuppi í hesum arbeðinum hjá PET, og einki bendir á yvirgangsvanda í Føroyum.

Hoyr samrøðu við Michael Boolsen: 

 

13122023_Boolsen


 

 

T

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018