Mist 46 bingjur í Skagerak

Mist 46 bingjur í Skagerak
Eitt farmaskip hjá Maersk hevur mist 46 bingjur út í Skagerak, orsaka av ódnarveðrinum, sum hevur herjað í Danmark í vikuni.
Ein av 46 bingjunum, ið Maersk hevur mist. Hetta er ímillum Tranum og Slette strand
Mynd: Claus Bjørn Larsen/Ritzau Scanpix  
 
23.12.2023 - 16:53

Eitt farmaskip hjá Maersk hevur mist 46 bingjur út í Skagerak í sambandi við ódnarveðrið, sum hevur herjað í Danmark í vikuni. Flestu av bingjunum flóta í økinum millum Hanstholm og Skagen, og eru tí í vanda fyri skipaferðsluna har.

Norrøna kom inn í Hirtshals um middagsleitið í dag. Men hon varð ikki darvað av bingjunum. Heldur ikki sóust nakrar bingjur á leiðini hjá Norrønu.

Tað var 400 metrar langa farmaskipið Mayview Maersk, sum misti tær 46 bingjurnar í ódnarveðrinum gjáramorgunin á veg úr Bremerhaven í Týsklandi til Gdansk í Pólandi.

Fýra av bingjunum eru riknar á land. Tríggjar sunnan fyri Blokhus í Vendsyssel og ein á Klim Strand.

Bingjurnar eru brotnaðar, og tí rekast frystiboksir, køliskáp, kanylir og annað á strondini.

Sambært løgregluni er tað at meta sum stuldur, um fólk taka sær nakran av lutunum, sum reka á land.

Danska sjóverjan ansar eftir, at skip ikki koma í vanda av bingjunum, sum eru truplar at síggja í sjónum.

Maersk sigur, at tey fara at hjálpa við arbeiðinum at fáa bingjurnar burtur.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Jóhanna - Ró
203489
Hósdag 5. februar
Filip - 60'ini
203490
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203486
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203487
Hósdag 5. februar
Anna Lovisa - Gestur
203488