Vinnan fer at merkja átøkini

Vinnan fer at merkja átøkini
Gýtingarfriðingarnar eiga at leingjast, øki við smáfiski eiga at steingjast fyri vinnuliga fiskiveiðu, og hjáveiðan av toski hjá skipabólkunum eigur at minka 
Línuskip missa fimta hvønn fiskidag.
 
29.12.2023 - 05:42

Gýtingarfriðingarnar eiga at leingjast, øki við smáfiski eiga at steingjast fyri vinnuliga fiskiveiðu, og hjáveiðan av toski hjá teimum ymsu skipabólkunum eigur at minka. 

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið arbeiðir við at fyrireika uppskot, sum seta í verk hesar broytingar fyrst í nýggja árinum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Hann sigur, at átøkini fara at merkjast í vinnuni, men vónin er, at við munagóðum tiltøkum fáa vit aftur botnfiskastovnarnar upp hagar, sum teir eiga at vera.

Fiskidagatalið hjá línuskipum, trolbátum og útróðrarbátum er minkað 20 prosent og hjá trolarunum 10 prosent.

Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur nú lýst kunngerð um fiskidagar í føroyskum sjógvi í 2024.

Umsitingarætlanin um fiskiskap er endurskoðað í vetur, so hon betur leggur upp fyri, at toskastovnurin á landgrunninum er illa fyri. 

Broytingin ber í sær, at veiðireglan nú er í tveimum, ein langtíðarveiðiregla og ein endurbyggingarætlan.

Veiðireglan er broytt soleiðis, at eitt nýtt niðara vandamark er komið aftrat fyri gýtingarstovnarnar. 

Um ein ella fleiri gýtingarstovnar eru mettir at vera niðan fyri hetta vandamarkið, skulu serlig verjutiltøk setast í verk.

Og dagatalið skal skerjast meira enn fimm prosent. sum eru í langtíðarveiðiregluni.

Fyribils bara í ár

Endurbyggingarætlanin er í fyrstu atløgu bara galdandi fyri 2024 og skal endurskoðast, áðrenn fiskidagar vera ásettir fyri fiskiárið 2025.

Ein onnur broyting er reglan um umbýti av fiskidøgum millum innaru og ytru fiskidagaleið. 

Fiskidagar, sum eru ásettir til fiskiskap á innaru fiskidagaleið, kunnu nú býtast um til fiskiskap á ytru fiskidagaleið við lutfallinum ein til tveir. Tað var ein til tríggjar.

Endamálið er at verja fiskasløg á djúpum vatni, eitt nú longustovnin, sum er mettur at vera sera illa fyri.

Umframt at skerja fiskidagatalið, staðfestir Havstovan, at neyðugt er at seta onnur átøk í verk fyri at verja toskastovnin á føroyska landgrunninum. Og tey koma, sigur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650