Pør mugu duga at samskifta um sex

Pør mugu duga at samskifta um sex
- Ein stór avbjóðing í fleiri parløgum er vantandi samskifti um sex, tað sigur Bjørt Lind, kliniskur sexologur, í sendingini "Sex partar"
 
08.01.2024 - 11:13

- Tað eru alsamt fleiri pør, ið leita sær hjálp hjá sálarfrøðingi, tí tey hava avbjóðingar í parlagnum, og eitt, sum gongur aftur og aftur, er vantandi samskifti, eisini um sex, sigur Bjørt Lind, sálarfrøðingur og kliniskur sexologur í sjúkrahúsverkinum.

Hon sigur, at pør ofta koma í eitt mynstur, har tey ikki samskifta beinleiðis, men halda, at tey kenna makan so væl, at tá ið hann ella hon ger eitt ella sigur okkurt ávíst, so merkir tað hetta ella hatta. Tað er ofta ein fella í fleiri parløgum.

- Verið týðilig um egin ynski, sigur Bjørt. Tað ræður um at tora at siga frá sínum ynskjum og fantasium.

- Tú kanst gott blíva flóv ella flóvur í einum parlagi, og tí hevur tað stóran týdning, at pør læra ikki at døma hvørt annað, sigur Bjørt og leggur afturat, at ofta skal ikki so nógv til.

- Farið ein biltúr og prátið saman, takið tíð til hvørt annað og lærið tykkum at tosa um alt. Eisini um sex, sigur Bjørt Lind.

Hetta var eitt av evnunum í sendingini "Sex partar".

Tit kunnu hoyra alla sendingina HER.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162